Gistingarstøð í Vágum

Í Vágum eru nógvir gistingarmøguleikar, soleiðis at tú altíð finnur tað sum hóskar til tín tørv. 
Hvørt tú ynskir at búgva á einum hotelli við øllum hentleikum, nakrar nætur á einum boutique-hotellið, at sova í telti ella í einum hostelli. Kanska eitt summarhús ella ein íbúð er tað rætta fyri teg. 
Óansæð hvat tú ynskir, so er møguleikin til staðar í Vágum.